Framúr avrik móti Svium

Hóast tap á 31-27, var talan um eitt frálíkt avrik av føroyska kvinnulandsliðnum í EM-undankappingini á Hálsi í kvøld. Hálvleiksstøðan var 14-11 til sviar.

Góða avrikið skal síggjast í ljósinum av, at Svøríki hevur eitt av heimsins bestu kvinnulandsliðum, sum javnan er í topp 4 í EM- og HM-endaspølum. Seinastu tríggjar ferðirnar at liðini hava møtst, hevur Svøríki vunnið við ávikavist 17, 18 og 19 málum.

Føroyska liðið byrjaði dystin væl, og vóru okkara sera ágangandi í bæði álopi og verju. Lættar á fótum fluttu tær seg fyri hvørji aðrari í verjuni, og Brynja Høj og Pernille Brandenborg vunnu ein nærdyst fyri og annan eftir. Í álopinum skiftust Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen um at leggja trýst á svensku verjuna, sum ongantíð veruliga fekk tak á kviku føroyingunum. Skoraðu tær ikki sjálvar, skaptu tær pláss, og tá vóru Elsa Egholm og aðrar til reiðar. Svøríki strammaði tó upp um miðjan hálvleik, og vunnu tær seg fram um, har okkara eisini brendu heldur illa einu løtuna.

Okkara byrjaðu tó seinna hálvleik sera væl og vunnu skjótt leiðsluna hjá Svøríki aftur. Dysturin var spennandi heilt til 50 minuttir vóru leiktir, tá okkara ikki gangnýttu møguleikarnar til fulnar og vóru revsaðar í hinum endanum. Svøríki streyk avstað við sigrinum, sum bleiv 31-27.

Eitt fýra-máls tap fyri Svøríki er helst eitt betri úrslit enn flest høvdu roknað við, og kann málúrtøkan blíva avgerandi, nú tað skal avgerðast sunnudagin, hvørji lond skulu til EM-endaspælið. Hinvegin kunnu Føroyar eisini gera roknistykkið einfaldari við at fáa stig ímóti Íslandi sunnudagin. Føroyar taptu fyrra dystin í undankappingini móti Íslandi við 28-23. Dysturin sunnudagin byrjar kl. 17.00 og verður vístur í KVF. FM1 sigur eisini frá dystinum og verður Portal.fo eisini á staðnum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 8 (1)
Elsa Egholm 5
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 3 (3)
Turið Arge Samuelsen 1
Bjørk Franksdóttir Joensen 1
Rannvá Olsen 1
Pernille Brandenborg 1

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 23%
Rakul Wardum – var inni í fáar minuttir og hevði eina bjarging.

Stríddu seg til stig

4. desember 2025

Við einari stórspælandi Janu Mittún á odda, tryggjaðu Føroyar sær eitt stig móti Serbia í dag. Dysturin lá og ridlaði seinastu 10 minuttirnar, og skoraði Jana Mittún uppá brotskast í seinastu sekundunum til 31-31, eftir at Serbia var á odda 16-14 í hálvleikinum.

Tungt týskt trýst

2. desember 2025

Hóast munurin saktans kundi verið minni um okkara høvdu verið neyvari, so megnaðu Føroyar ikki at standa móti tunga týska trýstinum yvir 60 minuttir. Føroyar taptu 36-26, eftir 20-14 í hálvleikinum.

Dortmund here we come!

30. november 2025

Soleiðis sungu føroysku áskoðararnir seinastu løtuna, tá tað var greitt, at Føroyar við greiðum sigri á Paraguei, komu víðari til meginumfarið í Dortmund. Kvinnurnar vunnu trygt 36-25, eftir at okkara vóru frammanfyri 16-13 við steðgin.

Ein loysn frá Sendistovuni