Ókeypis at koma inn

Komandi sunnudag møtast Ísland og Føroyar í seinasta dystinum í EM-undankappingini. Dysturin verður leiktur í Ásvellir í Hafnafirði. Tað er ókeypis at koma inn.

Føroyska kvinnulandsliðið ferðast í dag til Íslands, har tær sunnudagin skulu spæla seinasta og avgerandi dystin í EM-undankappingini. Dysturin verður leiktur á heimavøllinum hjá íslendska felagnum Haukar, Ásvellir, í Hafnafirði. Dysturin byrjar kl. 16.00, íslendska tíð, kl. 17.00, føroyska. Kringvarpið vísir dystin og FM1 sigur eisini frá.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni