Neistakvinnur til Portugal

Í hesari vikuni er aftur spennandi europeiskur hondbóltur á skrá. Hesaferð eru tað neistakvinnur, sum skulu spæla triðja umfar í European Cup.

Avbjóðandi mótstøða bíðar í Portugal, har tær møta Sport Lisboa e Benfica. Báðir dystirnir verða leiktir á útivølli í Lissabon. Fyrri dysturin verður leygardagin kl. 13.00, føroyska tíð, og seinni sunnudagin kl. 14.00, føroyska tíð.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

Ein loysn frá Sendistovuni