Nógv landsliðsvirksemi um jóltíðir

Bæði A-landsliðini og øll U-landsliðini í hondbólti venja millum jól og nýggjár.              

Venjingar hava verið í allan dag í Høllini á Hálsi og í Hoyvíkshøllini og halda fram í allan morgin á tamb.

Umframt at tað eru vanligar hondbóltsvenjingar, skal hvør aldurbólkur royna seg í ymsum kropsligum royndum, saman við Hera Ziska, kropsligum venjara.

Dystur hevur eisini verið millum U18 og U20 landsliðið við monnum.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni