Norðurlendsk uppgerð í bólki 7

Lutakast hevur verið til EM24-undankappingina hjá kvinnum. Føroyar komu í bólk 7 saman við Svøríki, Íslandi og Luksemborg.

Bólkarnir:
Bólkur 1: Kroatia, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina
Bólkur 2: Týskland, Slovakia, Ukraina, Ísrael
Bólkur 3: Holland, Kekkia, Portugal, Finnland
Bólkur 4: Frakland, Slovenia, Italia, Lettland
Bólkur 5: Spania, Norðurmakedonia, Litava, Aserbaijan
Bólkur 6: Montenegro, Serbia, Turkaland, Bulgaria
Bólkur 7: Svøríki, Ísland, Føroyar, Luksemborg
Bólkur 8: Danmark, Pólland, Kosovo

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólkum, umframt 4 teir bestu trý´ararnir. Tað eru best stigini móti nr. 1 og 2, sum telja í uppgerðini millum trý´ararnar. Endaspælið verður leikt í Sveis, Eysturríki og Ungarn.

Føroyar hava ikki spælt móti Luksemborg áður og fekk Luksemborg einki stig í seinastu undan-undankappingini. Føroyar hava møtt Íslandi 5 ferðir, men hava ongantíð vunnið. Ísland vara vitjan í Føroyum í 2022, tá tveir venjingardystir vóru leiktir. Ísland vann báðar dystirnar við 5 málum. Ísland vann seg ikki í seinasta EM-endaspælið. Føroyar hava leikt tvær ferðir móti Svøríki. Tað var í EM-undankappingini til EM20, tá gjørdist talan um tvey stórtap.

EM-undankappingin byrjar í oktober.

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni