Online skeið í barnahondbólti

Í komandi viku verður fyrsta IHF Children´s Handball Week. Hvønn dag í tíðarskeiðnum 17. – 22. august verða gratis webinar, sum snúgva seg um barnahondbólt – 5-12 ár.

Online-skeiðini venda sær til bæði venjarar, dómarar, lærarar og foreldur. Tað er gratis at luttaka og skal man bert skráseta seg. Skeiðini eru hvønn dag millum kl. 13.00 – 14.00.

Skeiðini eru hesi:
“Understanding the key differences between adult and children’s handbal”
“Utilising events and competitions to further develop handball for children”
“Motivating children to play handball”
“Building bridges between continents in children’s handball”
“Strategic initiatives for developing handball for children”
“IHF Handball at School education programme”

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni