Venjingar kunnu byrja aftur

Eftir at korona-smitta aftur varð staðfest í Føroyum, heitti Hondbóltssambandið hósdagin, tann 6. august, á feløgini um fyrbils at steðga við allari felags innandura venjing til týsdagin, tann 11. august. Nú kunnu venjingar byrja aftur.

Teir seinastu dagarnar hava sera nógv fólk latið seg kanna fyri korona. Talið á smittaðum er fallandi, og meta myndugleikarnar, at tamarhald aftur er á støðuni. Vísandi hertil hevur HSF avgjørt at taka aftur áheitanina um at steðga við allari felags innandura venjing.

Mælt verður tó feløgunum til at leggja venjingarnar til rættis við størsta varsemi. Í sambandi við venjingar mæla vit feløgunum til at fylgja hesum ráðum:

  • Allir leikarar, sum luttaka í venjingunum, eiga nýliga at verða kannaðir fyri korona.
  • Hevur persónur, sum luttekur í venjingunum, minstu tekin um krím, skal viðkomandi halda seg heima.
  • Verður smitta staðfest millum leikarar/venjarar/hjálparfólk skulu almennu tilmælini viðvíkjandi sóttarhaldi fylgjast. Hetta merkir í útgangsstøðinum, at allur hópurin, sum hevur vant saman, skal í sóttarhald.
  • Leikarar møta til venjing í venjingarklæðum og nýta ikki skiftingarrúmini.
  • Leikarar hava egnan drekkidunk við til venjing.
  • Vestar og venjingarútgerð skal í mest møguligan mun einans handfarast av einum persóni, og øll útgerðin skal vaskast áðrenn og aftaná venjing. Venjingarútgerð má ikki nýtast av fleiri venjingarbólkum, uttan at venjingarútgerðin verður sprittað/vaskað millum venjingarnar.
  • Allir leikarar, venjarar og hjálparfólk skulu vaska/spritta hendur áðrenn og aftaná venjing.
  • Øll eiga at hava egið spritt við til venjing.
  • Neyv skráseting skal verða av, hvør luttekur/er til staðar undir venjingunum.
  • Mælt verður til, at so leingi sum talið av smittaðum í Føroyum er stórt, skulu allir leikarar við jøvnum millumbilum lata seg kanna fyri korona.

Hondbóltssambandið fylgir korona-støðuni neyvt, og er ætlanin at venda aftur við fleiri fráboðanum so hvørt, sum viðurskiftini broytast.

U20-menn Stórsigur ímóti Turkalandi

9. juli 2026

Talan var um tvey lið sum skuldu reisa seg eftir tap í gjár. Turkaland hevði verið fyri stórtapi ímóti Sveis, meðan Føroyar taptu tepurt fyri Serbia.

U20-menn: Serbar sigraðu í seinna hálvleiki

8. juli 2026

Hóast framúr flottan fyrra hálvleik, var góða føroyska avrikið ikki nóg mikið at vinna á Serbia.

U16-kvinnur: Vundu burturúr vertunum

3. juli 2026

Føroysku U16-kvinnurnar spældu sín besta dyst í ársins European Open og vundu burturúr Svøríki, 21-14, eftir hálvleiksstøðuna 11-6 til Føroyar. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar vinna á Svøríki á kvinnusíðuni. Føroyar gjørdust við hesum nr. 11 av 20 liðum í kappingini.

Ein loysn frá Sendistovuni