Fráboðan í smb. við korona

Hondbóltssambandið fylgir korona-støðuni neyvt, nú smitta aftur er staðfest í samfelagnum. Vit vilja í fyrstu atløgu heita á feløgini um at steðga allari felags innandura venjing til týsdagin 11. august, tá vit vónandi kenna støðuna betri.

Talið á smittaðum veksur í løtuni, men royndirnar hava víst okkum, at um vit øll hvør í sínum lagi gera okkara fyri at minka um smittuvandan, er skjótt at berja smittuna niður aftur.

Vit vilja samstundis biðja feløgini um at kunna sína íðkarar um, at um tey hava sjúkutekin, skulu tey halda seg frá venjing saman við øðrum og skjótast gjørligt lata seg kanna fyri korona.

Hondbóltssambandið vendir aftur við einari nýggjari fráboðan týsdagin, 11. august.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni