Ísland vann báðar seinnu dystirnar

Ísland vann bæði U16- og U18-kvinnulandystin, sum vóru í Høllini á Hálsi í dag.


U16-dystin vann Ísland 23-21 eftir støðuna 10-9 í hálvleikinum. Talan var um ein tættan, spennandi og fyri tað mesta vælleiktan dyst. Hjá Føroyum var saknur í dugnaliga spælskiparan og toppskjúttanum frá í gjár, Maria Pálsdóttir Nólsoy, sum breyt hondina í dystinum, men liðið vísti góða breidd í dag og spældi fult upp við íslendska liðnum allan dystin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 6
Bjørk Frankdóttir Joensen 4
Birna Eyðunsdóttir 3
Anna Sigrunardóttir 3
Inga Maria Joensen 2
Brá Reginsdóttir 1
Lea Mohr 1
Sára Sigrunardóttir 1

Ísland vann eisini seinna U18 dystin. Dysturin var tó nógv tættari enn tann í gjár og var spennandi til tað seinasta. Ísland vann dystin 21-19, eftir hálvleiksstøðuna 12-9. Dagsins leikari hjá Føroyum var ein sera væl uppløgd Rakul Wardum í málinum, sum leingi helt Føroyum inni í dystinum í seinna hálvleiki. Tað var tó íslendska liðið, sum helt høvdið meira kalt seinast 5 minuttirnar og rann avstað við sigrinum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jan Mittún 4
Elsa Egholm 3
Lea Lisberg 3
Frida Holm Jacobsen 2
Vár B. Zachariasen 2
Lív B. Zachariasen 2
Natasja Hammer 1
Hervør Niclasen 1
Alda Gilladóttir 1

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni