Ovurhonds áhugi fyri U8

Komandi vikuskiftið verður aftur U8-kapping í Høllini á Hálsi, sum Neistin og Kyndil skipa fyri. Heili 91 lið hava meldað til kappingina, og er hetta ein týðuligu framgongd.

Áhugin fyri at byrja at spæla hondbólt er stórur í løtuni. Størsta U8-kapping, sum áður hevur verið taldi 78 lið og var hetta fyri einum góðum ári síðani. Nú er talið vaksið upp í heili 91 og fara sostatt á leið 550 børn at spæla hondbólt í Høllini á Hálsi komandi leygardag.

Hetta er fimta U8-kappingin í vetur og verður seinasta kappingin leygardagin 10. mars í Badminton- og KÍ-Høllini í Klaksvík.

U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

7. juni 2026

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

U15-menn: Ísland munin

7. juni 2026

Hóast Føroyar vóru omaná størsta partin av fyrra hálvleiki, so vóru tað íslendingar, sum eisini vunnu seinna vinardystin landanna millum á Eiði í dag. Úrslitið gjørdist 31-24, eftir at hálvleikstøðan var 15-12 til íslendingar.

U16-menn: Ísland stinnari

6. juni 2026

Eftir ein tættan fyrra hálvleik, har støðan var 15-14 til Ísland, vóru tað íslendingar, sum vóru drúgvari í seinna hálvleiki og vunnu U16-vinardystin 31-24.

Ein loysn frá Sendistovuni