Sigrandi til Oslo

Føroysku menninir fara við einum góðum sigri í skjáttuni til EM í Oslo. Føroyar vunnu seinasta fyrireikingardystin, 38-34 móti Italia, eftir hálvleiksstøðuna 18-17 til Føroyar.

Fyrra hálvleikur minti um fyrra hálvleik fyri tveimum døgum síðani. Leikferðin var høg, og liðini tímdu betri at leypa á enn at verja. Føroyska verjan haltaði, har okkara serliga stríddust við at fáa fatur í strikurykkunum fyrstu løtuna og síðani ein móti einum, tá italienar spældu uttan striku. Italia hevði munin fyrstu løtuna, men tóku okkara leiðsluna seinastu løtuna fyri hálvleik. Leiðslan kundi verið størri, men brendu okkara heldur illa. Hálvleiksstøðan var 18-17 til Føroyar.

Óli Mittún sat uttanfyri allan seinna hálvleik, og vóru tað eisini aðrir, sum vóru meira eyðsýndir í kvøld. Bjarni í Selvindi, sum ikki var á vøllinum fríggjakvøldið, skoraði gjørdi tvey tey fyrstu føroysku málini og aftur fram ímóti dystarenda, tá hann gjørdi tvey mál. Rói Ellefsen á Skipagøtu var aftur í kvøld eyðsýndur. Hann skoraði tvey mál, og hevði eisini fleiri fríspælingar. Føroysku vengurnir vóru framúr í dag. Leivur Mortensen og Hákun West av Teigum gjørdu báðir 7 mál uppá 8 royndir og vóru føroyskir toppskjúttar. Italsku bakkarnir tóktust at troyttast seinastu 10 minuttirnar, og stóð føroyska verjan betri saman við Paula Jacobsen í málinum. Okkara drógu spakuliga frá og vunnu at enda ein tryggan 38-34 sigur.

Mikumorgunin ferðast føroyska liðið til Oslo, har fyrsti dystur verður fríggjadagin móti Sveis.

Dystargongdin Føroyar – Italia:
5 min. 3-5
10 min. 7-7
15 min. 9-10
20 min. 12-12
25 min. 15-14
30 min. 18-17
35 min. 22-20
40 min. 25-24
45 min. 28-27
50 min. 30-30
55 min. 33-31
60 min. 38-34

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 7 (1)
Leivur Mortensen 7 (1)
Ísak Vedelsbøl 5
Pauli Mittún 5
Teis Horn Rasmussen 4
Bjarni í Selvindi 4
Vilhelm Poulsen 3
Ròi Ellefsen á Skipagøtu 2
Óli Mittún 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 10 bjargingar

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni