Hósdagin 10. oktober 2024 verður skeið innan styrkivenjing í Bylguni í Runavík frá kl. 19:00 til 22:00.
Talan er um seinna partin av skeiðinum, sum HSF skipar fyri í samstarvi við Føroya Styrkisamband. Skeiðið er eitt framhald av skeiðinum, sum var í apríl 2024. Tað er tó ikki ein fortreyt fyri luttøku, at man hevur luttikið á fyrra skeiðinum.
Skeiðið kostar 500,00 kr. Tilmelding fer fram á https://forms.office.com/e/V2EgEWgDu1.
Seinasta freist fyri tilmelding er týsdagin 8. oktober 2024.