Skráin fyri Faxe Kondi steypafinalurnar

Komandi vikuskiftið verða Faxe Kondi steypafinalurnar Við Tjarnir. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Finalurnar verða væl dekkaðar av fjølmiðlunum við sjónvarpi, stroyming og tekstafrásøgn. Kringvarpið sendir kvinnu- og mansfinaluna beinleiðis í sjónvarpinum. Hartil vera skrivandi fjølmiðlarnir eisini á staðnum við tekstafrásøgn og samrøðum o.ø.

Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á youtube síðuni hjá HSF:
Handball Faroe Islands – YouTube

Leiksskráin
Fríggjadagin 21. februar:
kl. 18.30 G16: Kyndil – Neistin
kl. 20.00 D16: Neistin – H71 a

Leygardagin 22. februar:
kl. 09.00 G10B: EB a – Tjaldur a
kl. 09.40 D10B: H71 b – Neistin c
kl. 10.20 G12B: EB a – H71 c
kl. 11.10 D12B: ÍA a – SÍF
kl. 12.00 G10A: H71 a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: H71 c – Kyndil a
kl. 13.20 G12A: H71 a – StÍF a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 Kvinnur: Neistin – Kyndil
kl. 19.30 Menn: H71 – VÍF

Sunnudagur 23. februar:
kl. 13.00 Eydnudeildin
kl. 14.00 G14B: Søljan – Tjaldur
kl. 15.00 D14B: Tjaldur – Team Klaksvík
kl. 16.00 G14A: H71 a – Kyndil a
kl. 17.00 D14A: H71 a – Kyndil
kl. 18.00 G18: H71 – Kyndil
kl. 19.30 D18: H71 – VÍF

EM-endaspælið staðfest

9. apríl 2026

Við tað at Montenegro sigraði 34-26 á Portugal í kvøld, er tað endaliga staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM-endaspælið.

Sámal Paulason – trumman, ið ber landsliðið fram

9. apríl 2026

Tá føroyska kvinnulandsliðið fór á vøllin í gjár, var tað ikki bara spælið, sum merkist, tað var eisini stemningurin rundanum. Mitt í hesum stóð Sámal Paulason, við trummuni í hond, og skapti ein stemning fyri bæði spælarar og áskoðarar.

Gallaveitslan 2026

9. apríl 2026

Gallaveitslan 2026 verður leygardagin 23. mai kl. 18.00 í Varpinum í Klaksvík við Stjørnuni sum fyriskipara.

Ein loysn frá Sendistovuni