Skráin fyri hálvfinalurnar

Fyrra hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða mikukvøldið og hóskvøldið, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin.

Tveyararnir í bólkaspælinum hava heimavøll fyrst og vinnararnir hava heimavøll í seinna dystinum.

Í hálvfinaluni hjá kvinnum hittast H71 og VÍF og Stjørnan og Kyndil. Hjá monnum hittast KÍF og Neistin og Kyndil og H71.

Um liðini vinna hvør sín dyst, er tað málmunurin, sum er avgerandi.

Allir dystirnir kunnu stroymast á kvf.fo og hoyrast á FM1.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni