Møta BosniaHersegovina ella Kosovo

A-landsliðið hjá monnum skal møta vinnaranum av play-off-dystunum millum BosniaHersegovina og Kosovo. Føroyar møta vinnaranum í mai, har vinnarin yvir tveir dystir, ein úti og ein heima, kemur til HM-endaspælið í Týsklandi.

Í dag var lutakastið um hvørjum A-landsliðið hjá monnum skal møta í seinasta umfarinum av HM-undankappingini. Føroyar trektu vinnaran av play-off dystunum millum BosniaHersegovina og Kosovo. Hesir dystirni verða í mars. Hvørgan liðið vann seg til EM-endaspælið, sum Føroyar júst hava luttikið í. Føroyar vóru í bólki saman við Kosovo og vunnu báðar dystirnar, hin fyrra á heimavølli 32-21 og hin seinna á útivølli, 25-23. BosniaHersegovina endaði aftast í sínum innleiðandi bólki, aftanfyri Ísland, Georgia og Grikkaland. Teir vunnu tann eina dystin móti Grikkalandi og fingu harvið tvey stig.

Fyrri dysturin verður á útivølli miku- ella hósdagin 13./14. mai, meðan seinni verður Við Tjarnir leygar- ella sunnudagin 16./17. mai. Samlaði vinnarin yvir teir tveir dystirnar kemur í HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi í januar 2027.

Samlaða lutakastið sær soleiðis út:
Norðurmakedonia – Ukraina/Slovakia
BosniaHersegovina/Kosovo – Føroyar
Kekkia – Frakland
Sveis – Italia
Finnland/Montenegro – Slovenia
Serbia/Litava – Ungarn
Spania – Georgia/Ísrael
Grikkaland/Belgia – Niðurlond
Noreg – Turkaland/Rumenia
Eysturríki – Pólland/Lettland

Harumframt luttaka í HM-endaspælinum úr Europa, vertslandið Týskland, og verandi HM-vinnarar Danmark. Hartil ovastu fýra londini úr EM-endaspælinum, Kroatia, Ísland, Portugal og Svøríki.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni