Søga! – HM-endaspælið veruleiki!

Føroysku kvinnurnar gjørdu nóg mikið. Føroyar skulu til HM-endaspælið eftir sigur við 9 málum samanlagt móti Litava. Seinni dysturin í Litava var tó misjavnur, og Føroyar taptu 30-29, eftir at Litava var frammanfyri 14-11 í hálvleikinum.

Føroyska liðið byrjaði dystin illa. Litaviska verjuspælið var ágangandi og okkara gjørdu nógvar villur. Neyvleikin var ikki til staðar og brendu okkara eisini alt ov nógvar málmøguleikar. Føroysku venjararnir máttu taka leikbrá longu eftir 13 minuttir, tá støðan var 8-4 til Litava. Støðan batnaði nakað, men vóru okkara eisini óhepnar. Rakul Wardum stóð væl í málinum, men fullu eisin fleiri returbóltar til Litava. Rakul stóð væl við 33% í bjargingarprosentið í fyrra hálvleiki. Okkara komu til neyðugu málmøguleikarnar, men vóra ov nógir brendir, tískil fóru okkara til hálvleiks aftanfyri 14-11.

Føroyska liðið kom tó sum hamskift inn til seinna hálvleiki. 7 móti 6 spælið hjá Føroyum trýsti verjuna hjá Litava longur aftur, meðan verjan stóð væl saman við Rakul Wardum í málinum. Eftir 6 minuttir var litaviska leiðslan etin upp, og Litava mátti taka leikbrá. Hetta broytti tó einki og Føroyar løgdu seg á odda við nøkrum málum. Tað gjørdist greitt so líðandi, at Føroyar høvdu gjørt nóg mikið til at koma til HM, men hvørt hetta gjørdi at hugsavnanin minkaði, skal ikki vera sagt, men Føroyar gjørdu aftur ov nógvar villur og brendu kjansir. Litava kom spakuliga innaftur í dystin og vunnu 30-29. Hetta var tó líkamikið, Føroya vunnu samanlagt 65-56 og skulu til HM-endaspælið. Rakul Wardum var eftir dystin kosin besti føroyski leikarin í dystinum. Eftir misjavna avrikið mikudagin kom Rakul sterkt aftur og stóð við flottum 36 prosentum.

Tilgongdin til HM-endaspælið byrjaði longu við EM-endaspælinum í Sveis, har Føroyar við javnleiki móti Kroatia endaðu nr. 3 í bólkinum. Góða samlaða málúrtøkan tryggjaði eisini Føroyum eitt samlað 17. pláss í kappingini, sum gjørdi at Føroyar vóru blivu styrkismettar í ovara bólkinum til HM play-off umfarið. Litava var eitt gott lutakast fyri Føroyar og talar samlaða úrslitið fyri seg. HM-endaspælið er veruleiki!

HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og Niðurlondum í døgunum 26. november til 14. desember, í Dortmund, Stuttgart og Trier í Týsklandi og í Rotterdam og s´-Hertogenbosch í Niðurlondum. Atgongumerkini koma til sølu eftir at lutakastið hevur verið tann 22. mai.

Málskjúttar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (5)
Jana Mittún 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Pernille Brandenborg 3
Rannvá Olsen 3
Elsa Egholm 2
Karin Egholm 1
Rakul Wardum 1
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1

Málverjar:
Rakul Wardum 17 bjargingar, 36%
Silja Arngrímsdóttir Müller, kom ikki á vøllin

Dystargongdin Litava – Føroyar:
5 min: 2-0
10 min: 5-4
15 min: 8-6
20 min: 11-7
25 min: 12-9
30 min: 14-11
35 min: 16-14
40 min: 16-19
45 min: 20-22
50 min: 24-24
55 min: 26-25
60 min: 30-29

Verjuavrik tryggjaði sigurin

4. mars 2026

Við einum rimmar verju- og málverjaavrikið av Rakul Wardum vunnu føroysku kvinnurnar trygt, 25-21, á Portugal Við Tjarnir í kvøld. Hóast álopið ikki var heilt í topp allan dystin, so var verjuavrikið nóg mikið, og hildu okkara Portugal heilt niðri á 21 málum.

Nýggjur veruleiki í føroyskum hondbólti

3. mars 2026

Tá Annika Fríðheim, sum trý ára gomul, fyrstu ferð traðkaði á ein hondbóltsvøll, hevði hon ikki ímyndað sær, hvussu stóran leiklut hondbólturin fór at hava í lívi hennara. Í dag er hon landsliðsmálverji hjá Føroyum, lesandi í Aarhus, leikari í EH Aalborg og roynir samstundis at fáa gerandisdagin at ganga upp saman við makanum Hjalta, […]

Effo og Hondbóltssamband Føroya hava longt samtarvið

27. februar 2026

Við hesum heldur samstarvið fram, sum hevur verið við til at styrkja karmarnar fyri bæði landsliðs- og breiddarhondbóltin. Sum stórstuðul hevur Effo verið sjónligt á flestu pallunum hjá HSF, bæði í sambandi við landsdystir, kappingar og tiltøk runt Føroyar.

Ein loysn frá Sendistovuni