Lutakast um atgongumerkjasølu

Í samband við komandi A-landsdystin hjá monnum ímóti Ukraina eru 375 atgongumerki eftir at selja, og verður lutakast um, hvør ið kann keypa hesi.

Fólk kunnu skriva seg upp til lutakastið á hesi leinkjuni. Freistin at skriva seg upp er mánadagin kl. 10.00.
https://hsf.atgongumerki.fo/webshop/event/2997221/order/main

Hvør persónur kann bert skráseta seg einaferð. Møguleiki verður at skriva seg upp til í mesta lagi tvey atgongumerki. Møguleiki verður tíverri ikki at velja millum standi ella sitipláss, hetta kemur at vera tillutað tilvildarliga.

Sjálvt lutakastið fer fram mánadagin kl. 14:00 undir eftirlit av grannskoðara. 

Tey sum vinna sær rætt til at keypa atgongumerki fáa eftirfyljandi ein teldupost, har tey kunna avgreiða teirra keyp. Keypið skal avgreiðast innan 72 tímar.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni