Saman um nýggj mál

Saman hava vit rokkið langt, og saman ynskja vit at røkka enn longri! Hondbóltssambandið og høvuðsstuðulin seinastu 9 árini, Føroya Banki, hava í fyrradagin undirskrivað og longt sponsorsamstarvið fyri komandi tvey árini.

Við komandi árskiftið hevur Føroya Banki verið høvuðsstuðul hjá føroyskum hondbólti í 10 ár, har framgongdin hevur verið eyðsýnd. Longda avtalan varð undirskrivað mikudagin, í hálvleikinum í kvinnulandsdystinum millum Føroyar og Litava. Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, og Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka, hittust og settu undirskriftina á frammanfyri vælhýrdu áskoðarafjøldini.

”Umframt at vera við til at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir føroyskum hondbólti, er Føroya Banki eisini ein aktivur viðleikari, sum er við í flestu tiltøkunum vit hava,” viðmerkir Gunn Ellefsen. ”Høvuðssæti hjá Føroya Banka á Oknarvegi, hevur hýst fundum, fyrilestrum, galla og øðrum tiltøkum hjá HSF, og er Føroya Banki somuleiðis við til okkara dystir og tiltøk, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta eru tiltøk, sum hava savnað hondbóltsføroyar og tjóðina sum heild, og vit halda, at vit við at lyfta og standa saman hava rokkið langt og kunnu røkka enn longri,” sigur forkvinnan.

“Vit hava verið høvuðsstuðul hjá føroyskum hondbólti síðani 2016, og tað hevur verið ómetaliga hugaligt at fylgt stóru menningini hesi níggju árini. Ótrúligu úrslitini tala fyri seg og vísa, at tá ið vit standa saman, kunnu vit røkka hægstu tindum. Hetta sóu vit, tá ið vit saman við allari tjóðini stuðlaðu landsliðunum til endaspølini í Berlin og Basel – løtur, ið skrivaðu føroyska ítróttasøgu. Fleiri spennandi avbjóðingar eru nú fyri framman, og tí eru vit bæði fegin og errin um at halda fram sum høvuðsstuðul hjá føroyskum hondbólti komandi árini,” sigur Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka-samtakinum.

Longdi sáttmálin millum Hondbóltssambandið og Føroya Banka er galdandi fyri 2026 og 2027.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni