Trupulleikar við atgongumerkjasølu

Hondbóltssambandið harmast, at atgongumerkjaskipanin til manslandsdystin Føroyar – Ukraina ikki megnaði at handfara stóra eftirspurningin í morgun og fór niður.

Stóri áhugin gjørdi, at skipanin fóru niður eftir fáar minuttir. Nógv keyp vóru tó avgreidd, og hesi atgongumerki eru enn galdandi. Er peninginur trektur av kortinum og atgongumerki ikki móttikin á telduposti, verða tit biðin um at senda ein teldupost til hsf@hsf.fo

375 atgongumerki eru eftir at selja, og verður lutakast um, hvør ið kann keypa hesi. Fólk kunnu skriva seg upp til lutakastið á leinki, sum verður lagt út seinni í dag. Freistin at skriva seg upp er mándagin kl. 10.00. Møguleiki verður at skriva seg upp til í mesta lagi tvey atgongumerki.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni