Gott útgangsstøði

Við greiðum 10-máls sigri á Litava á heimvølli Við Tjarnir, hava føroysku kvinnurnar eitt frálíkt útgansstøði undan seinna HM play-off dystinum móti Litava. Føroyar vunnu 36-26, eftir hálvleiksstøðuna 15-11 til Føroyar.

Hóast greiða sigurin, so var dysturin ikki lýtaleysur. Føroysku kvinnurnar byrjaðu heldur stirvi. Úrtøkan úr góðu málmøguleikunum, sum okkara ferð eftir ferð komu til, var ov lág, ov illa varð brent. Verjan stóð tó hampuliga væl, men fingu føroysku málverjarnir ikki fatur á litavisku langskjúttunum. Litava var frammanfyri fyrstu 15 minuttirnar, áðrenn okkara bitu frá sær og komu fram um 15-11, sum var hálvleiksstøðan.

Kenslan í hálvleikinum var, at nú var glið komið á. Tað gekk tó ein løta, áðrenn okkara veruliga løgdu sjógv í millum og leiðslan vaks. Jana Mittún, sum eisini var kosin til dagsin leikara eftir dystin, gekk á odda í føroyska álopinum saman við Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum eisini stóð seg væl við fleiri góðum gjøgnumbrotum.

Litava høvdu ilt við at finna loysnir móti stinnu føroysku verjuni, har serliga Brynja Høj og Pernille Brandenborg stóðu væl. Tá so Rakul Wardum fann nakrar bjargingar fram, fingu okkara fleiri løtt mál og stórsigurin á 36-26 var veruleiki. Rómurin í høllini var framúr allan dystin, ein fantastiskur heimavøllur hjá Føroyum.

Føroyska liðið ferðast til Litava komandi fríggjadag, har seinni dysturin millum liðini verður í býnum Jonava, sunnudagin kl. 14.00, føroyska tíð.

Málskjúttar:
Jana Mittún 9
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Marita Mortensen 3
Karin Egholm 3
Pernille Brandenborg 3
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 (3)
Rannvá Olsen 2
Fríða Nolsøe Olsen 2
Elsa Egholm 1

Dystargongdin:
5 min: 2-2
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 9-9
25 min: 11-10
30 min: 15-11
35 min: 17-15
40 min: 23-18
45 min: 26-20
50 min: 28-21
55 min: 33-24
60 min: 36-26

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni