HM-lutakastið hjá U19

Lutakastið til U19 HM-endaspælið hjá monnum hevur verið í dag. Føroyska U19-landsliðið kom í bólk E saman við Týsklandi, Slovenia og Uruguay. Endaspælið verður leikt í Egyptalandi í døgunum 6. – 17. august.

Á papírinum er helst talan um eitt miðal lutakast. Týskland gjørdist nr. 5 í EM-endaspælinum í summar, har Føroyar gjørdist nr. 15. Føroyar spældu móti Týsklandi í upphitingarkappingini til EM-endaspælið, hetta í Nations Cup í Lübeck. Tá vunnu týskarar 32-23. Slovenia gjørdist nummar 9 í EM-endaspælinum og møttu Føroyar slovenum í millumumfarinum, har Slovenia vann 32-25. Uruguay vann seg til HM-endaspælið við at gerðast nummar trý í Suðuramerikonsku undankappingini.

Lutakastið:
Bólkur A: Svøríki, Portugal, Kuveit, Eysturríki
Bólkur B: Ungarn, Sveis. Marokko, Kosovo
Bólkur C: Serbia, Spania, Kroatia, Algeria
Bólkur D: Ísland, Brasil, Guinea, Saudi Arabia
Bólkur E: Týskland, Slovenia, Uruguay, Føroyar
Bólkur F: Noreg, Frakland, Argentina, (ikki avgjørt)
Bólkur G: Egyptaland, Japan, Suðurkorea, Bahrein
Bólkur H: Danmark, Tunesia, Kekkia, USA

Tvey tey ovastu liðini úr hvørjum bólki koma víðari at spæla um topp 16, meðan tvey tey niðastu spæla sonevnda Presidents Cup, um plássini 17-32.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni