Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Litava í kvøld kl. 19.00. Súna Krossteig Hansen er tíverri vorðin sjúk, og er Lukka Arge kallað inn í hennara stað.
U20-menn: Íslendingar støðugari
28. juni 2026
Hóast Føroyar leingi vóru frammanfyri, so vann Ísland aftur í dag við fimm málum í dag, 30-25. Hálvleiksstøðan var 15-13 til Føroyar. Føroyar vóru frammanfyri 20-17 tá 20 minuttir restaðu, men gekk tað av skriðuni eina góða løtu og íslendingar struku avstað.
U20-menn: Ísland munin í fyrra dystinum
27. juni 2026
Liðini áttu hvør sín hálvleik, tá U20-landsliðini hjá Føroyum og Íslandi møttust á Hálsi í dag. Ísland var tó stinnari yvir 60 minuttir og vunnu teir 29-24, eftir at teir vóru á odda 17-11 í hálvleikinum.
U20-kvinnur: Væl við men tap fyri Noreg
27. juni 2026
Hóast okkara sýndu góðan stríðsvilja og leingi vóru væl við í dystinum, so gjørdist talan um eitt 27-22 tap fyri Noreg í seinasta dystinum í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Kina. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Noreg. Føroyar skulu nú spæla um 17. – 32. pláss í kappingini.





