Stroymið kvinnulandsdystin

Føroyska kvinnulandsliðið er komið væl til Slovakia, har tveir landsdystir eru á skránni, hin fyrri í dag, fríggjadagin kl. 17.00, og hin seinni leygardagin kl. 14.00.

Dysturin í dag kann stroymast á live.hsf.fo, og kemur kunning viðvíkjandi seinna dystinum seinni. Tvær broytingar eru í føroyska hópinum. Brynhild Pálsdóttir hevur ein skaða at dragast við, og var Súna Krossteig Hansen eisini óheppin og beklaði undir venjing mikudagin. Í teirra stað eru komnar Karin Egholm og Fríði Nolsøe Olsen, sum báðar eisini hava verið við til venjingarnar í vikuni. Hópurin í Slovakia telur sostatt hesar leikarar:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útileikarar:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, EH Aalborg (DEN)
Karin Egholm, H71
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Elsa Egholm, H71
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Randers HK (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, VÍF
Lukka Arge, H71

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni