Stuttfilmur 5 – Søgan

Fimti stuttfilmurin í røðini “HSF 40” ár lýsir føroysku hondbóltssøguna.

Hondbóltur hevur verið spældur í Føroyum síðan síðst í 1920’unum, og í 1931 varð fyrsta hondbóltsfelagið, Neistin, stovnað. Serliga kvinnur spældu hondbólt fyrstu árini, og spælt varð uttandura. Hetta broyttist so líðandi, tá fyrstu hallirnar komu fyri 50 árum síðan.

Hondbóltur var tann fyrsta føroyska ítróttagreinin, sum varð altjóða viðurkend. Tað hendi í 1970, tá Føroyar fingu royndarlimaskap í altjóða hondbóltssamgonguni, IHF. Við royndarlimaskapinum fingu føroyingar m.a. møguleika at spæla Evropa Cup-dystir, og fyrstu Evropa Cup-dystirnir vóru í høllini á Hálsi í 1972. Tann endaliga limaskapin í IHF fingu Føroyar í 1974, og føroyska manslandsliðið var á fyrsta sinni við í CHM-kapping í Portugal tvey ár seinni. Spenningurin í Føroyum var stórur, meðan kappingin var. Í februar 1980 var CHM-kappingin í Føroyum. Lond sum Noreg, Frakland, Italia, Eysturríki – og sjálvandi Føroyar – vóru við. Stutt eftir CHM-kappingina varð Hondbóltssamband Føroya stovnað. Hetta hendi 19. apríl í 1980.
Rættilig ferð kom á hallarbyggingarnar kring landið í áttatiárunum, og nú eru 20 hondbóltsvøllir í Føroyum. Í Hondbóltssambandi Føroya eru 13 limafeløg, og í feløgunum eru 2.600 limir.
Í sambandi við 40-ára føðingardagin hjá HSF í ár, hevur HSF latið framleiða 5 styttri filmar, sum lýsa søguna, núverandi virksemi og framtíðarætlanir hjá HSF. Filmarnir kunnu eisini síggjast á youtube síðuni hjá HSF, sum eitur “Handball Faroe Islands”.

Eyka túrur til Katowice

15. juli 2026

Atlantic Airways og Hóndbóltssambandið ynskja at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Katowice í samband við EM endaspælið hjá kvinnum.

U20-menn: Flott avrik ímóti Týsklandi

14. juli 2026

Eitt vælspælandi føroyskt lið mátti lúta fyri týsku maskinuni.

U20-menn: Fransmenn vístu sína styrki

13. juli 2026

Hóast vit í løtum sóu gott spæl bæði í álopi og verju, var einki at gera við sterku mótstøðuna.

Ein loysn frá Sendistovuni