Metnógv spæla hondbólt

Út frá feskastu hagtølunum hjá HSF kann staðfestast, at met nógv spæla hondbólt í Føroyum í vetur. Eitt av aðalmálunum hjá Hondbóltssambandinum er, at so nógv sum gjørligt skulu spæla hondbólt í Føroyum og at hondbóltur skal vera kring alt landið. Føroyar er í forvegin tað landið í heiminum, har flest fólk spæla hondbólt í mun til íbúgvaratalið.

Tilsamans eru 196 lið meldaði til landskappingina, meðan talið seinasta kappingarár var 176. Sostatt ein vøkstur á 20 lið. Tað er serliga á kvinnusíðuni at framgongdin er stór og eru nú fleiri kvinnulið enn manslið sum kappast, 99 kvinnulið og 97 manslið. Hjá gentum 10 er stór framgongd, har eru 6 lið fleiri í ár, tilsamans 27 lið í mun til 21 lið í fjør.

Tað eru serliga trý feløg, sum hava stóra framgongd í ár. VÍF hevur sjey lið fleiri, ið kappast, og Neistin hevur meldað 5 lið fleiri í mun til undanfarna kappingarár. Av teimum smærru feløgunum í framgond kann nevnast ÍA, sum hevur fýra lið fleiri.

Somuleiðis er tað sera gleðiligt, at lív er komið í breiddarhondbóltin hjá teimum vaksnu aftur. Seinasta kappingarár vóru eingi 2. deildarlið, men í vetur luttaka 6 lið í 2. deild hjá monnum og 4 lið í 2. deild hjá kvinnum.

Greinina hevur Hóri Reginsson skrivað. Hóri er í starvsvenjing hjá HSF og gongur hann á hondbóltsbreytini í Skúlanum á Fløtum.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni