Svøríki vísti onga náði

Hóast stórtap 37-20 fyri Svøríki, so vóru glottar og góðar løtur hjá føroysku kvinnunum fyri fullsettari høll í Uppsala í kvøld. Hálvleiksstøðan var 19-13 til Svøríki.

Seinast Føroyar og Svøríki møttust vann Svøríki 32-13. Okkara kvinnur vístu tó væl betri álopsspæl í dag, í mun til tá, og skoraðu 13 mál longu í fyrra hálvleiki. Hetta skyldaðist einari sera hart arbeiðandi føroyskari álopsketu við Janu Mittún, Súnu Krossteig Hansen og Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum allatíðina løgdu trýst og leitaðu eftir holum í svensku verjuni.

Tað var annars Svøríki, sum byrjaði betur og skuldi føroyska miðverjan finna seg til rættis í mun til sera skjóta svenska álopspælið. Føroyska liðið ernaðist tó spakuliga og fór miðverjan við Brynju Høj og Pernille Brandenborg at standa betri saman við Anniku Fríðheim Petersen í málinum. Svøríki var fyri tað mesta frammanfyri við 4-5 málum, men vunnu okkara seg innaftur í dystin og var støðan 11-9 eftir 20 minuttir. Brynhild Pálsdóttir fekk trý góð mál á høgra vongi og stóð Pernille Brandenborg seg eisini væl á strikuni við trimum málum. Nakrar villur og onkur óheppin støða gjørdi tó, at Svøríki aftur økti og var støðan í hálvleikinum 19-13.

Svøríki skifti málverja í hálvleikinum og tók Evelina Eriksson veruliga pippið frá frá føroysku leikarunum fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Tað gingu 5 minuttir áðrenn Føroyar endiliga fingu hol á aftur. Okkara gjørdu heldur nógvar villur og hepnaðist yvirtalsspælið illa. Føroyar fingu bert eitt mál fyrstu 10 minuttirnar av hálvleikinum. Meðan okkara leitaðu og leitaðu eftir loysnum, runnu Svøríki okkara niður og øktu leypandi um leiðsluna. Tá hálvleikurin var hálvrunnin var støðan longu 30-17 og øktu sviar til endaligu støðun 37-20. Seinastu 12 minuttirnar kom Bjørk Joensen inn á høgra bakk og fekk sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum.

Eftir dystin var Jana Mittún kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Jana var eisini toppskjútti hjá Føroyum við 4 málum. Annika Fríðheim Petersen stóð eisini ein góðan dyst í føroyska málinum og hevði fleiri góðar bjargingar.

Føroyar møta Íslandi á heimavølli komandi sunnudag kl. 15.00 í Høllini á Hálsi. Ísland vann í gjár, á heimavølli, stórsigur á Luksemborg, 32-14. Atgongumerki til dystin fáast á atgongumerki.fo. Kringvarpið vísir dystin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 4
Brynhild Pálsdóttir 3
Pernille Brandenborg 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2
Elsa Egholm 2
Turid Arge Samuelsen 1
Súna Krossteig Hansen 1
Bjarta Osberg Johansen 1

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Gott útgangsstøði

14. mai 2026

Føroyar standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna røkk-støkk dystin um at koma til HM. Føroyar spældu ein taktiskan dyst móti Bosnia-Hersigovina, stýrdu leikferðini og vunnu dystin í verjuni. Pauli Jacobsen stóð ein rimmar dyst í málinum við 18 bjargingum og Føroyar vunnu 24-22, eftir 12-10 til okkara í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni