H71 úti úr European Cup

H71-menn taptu báðar dystirnar móti kroatisku MRK Trogir og eru tískil úti úr European Cup eftir annað umfar. Báðir dystirnir vóru leiktir á útivølli í Trogir í Kroatia og endaðu báðir 29-22.

Leygardagin kl. 18.00 og sunnudagin kl. 18.00 eru tað VÍF-menn, sum skulu í eldin. VÍF eru komnir til Luksemborg, har teir skulu møta Handball Esch.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

Ein loysn frá Sendistovuni