Súna verður ikki við

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Íslandi í morgin kl. 15.00. Súna Krossteig Hansen var so óheppin at bróta fingurin í dystinum móti Svøríki og verður tískil ikki við.

Í hennara stað kemur Lukka Arge úr H71. Lukka er 19-ára gomul og hevur royndir frá ungdómslandsliðunum, har hon hevur verið sera eyðsýnd.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni