Leingi við móti Íslandi

Føroysku kvinnurnar spældu ein tættan dyst í 45 minuttir móti Íslandi, hareftir neyvleikin sveik og Ísland fór við sigrinum á 28-23, eftir at Føroyar vóru á odda, 12-11, í hálvleikinum.

Føroysku kvinnurnar byrjaðu annars dystin heldur trilvandi. Tað var Ísland, sum var betri fyrstu løtuna og legði seg á odda 7-3. Føroyska liðið ernaðist eftir hetta. Verjan stóð sera væl og vóru tað serliga Brynja Høj og Pernille Brandenborg, í miðverjuni, sum ferð eftir ferð avvístu tær íslendsku. Í álopinum var tað serliga Elsa Egholm á høgra bakki, sum gjørdi um seg í fyrra hálvleiki við 4 málum. Í hálvleikinum var Føroyar á odda 12-11.

Ísland var betra liðið í seinna hálvleiki og vístu, at tær høvdu fleiri royndir og streingir at spæla uppá. Unga føroyska liðið hevði verri við at skora mál fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Serliga gekk illa á høgra veingi, har bert eitt mál kom í dystinum, hóast nógvar royndir og at tríggir ymiskir leikarar royndu seg. Um miðjan hálvleik legði Ísland seg fram um við nøkrum málum og hetta helt sær restina av dystinum til endaliga úrslitið 28-23.

19-ára gamla Lukka Arge kom inn í tveimum løtum í dystinum og spældi sín fyrsta A-landsdyst. Hon skeyt eisini tvey mál uppá brotskøst.

Hetta er triði dystur á rað millum Føroya og Ísland, sum Ísland vinnur við 5 málum. Føroyska liðið vísti tó gott spæl í báðum endum stóran part av dystinum og er heilt víst nógv gott at byggja á til komandi dystir.

Næstu dystirnir hjá kvinnulandsliðnum verða móti Luksemborg, ávikavist á útivølli mikudagin 28. februar og á heimavølli sunnudagin 3. mars.

Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 3-5
15 min: 6-7
20 min: 8-8
25 min: 9-10
30 min: 12-11
35 min: 13-14
40 min: 14-16
45 min: 16-19
50 min: 18-22
55 min: 20-25
60 min: 23-28

Málskjúttar hjá Føroyum: 
Jana Mittún 6 
Elsa Egholm 5
Turið Arge Samuelsen 4
Lukka Arge 2 (2)
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Brynhild Pálsdóttir 1
Natasja Hammer 1 
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Guðrið á Borg 1

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen 20 %
Rakul Wardum 27 %

U20-menn Stórsigur ímóti Turkalandi

9. juli 2026

Talan var um tvey lið sum skuldu reisa seg eftir tap í gjár. Turkaland hevði verið fyri stórtapi ímóti Sveis, meðan Føroyar taptu tepurt fyri Serbia.

U20-menn: Serbar sigraðu í seinna hálvleiki

8. juli 2026

Hóast framúr flottan fyrra hálvleik, var góða føroyska avrikið ikki nóg mikið at vinna á Serbia.

U16-kvinnur: Vundu burturúr vertunum

3. juli 2026

Føroysku U16-kvinnurnar spældu sín besta dyst í ársins European Open og vundu burturúr Svøríki, 21-14, eftir hálvleiksstøðuna 11-6 til Føroyar. Hetta er fyrstu ferð at Føroyar vinna á Svøríki á kvinnusíðuni. Føroyar gjørdust við hesum nr. 11 av 20 liðum í kappingini.

Ein loysn frá Sendistovuni