Takk fyri stuðulin!

Nú er greitt at A-landsliðið hjá monnum skal spæla HM-undankapping í januar 2020 í Luksemburg.

Londini í bólkinum – Føroyar, Slovakia, Litava og Luksemburg hava í samráð gjørt av, at spæla dystirnar á einum staði dagarnar 10. – 12. januar. Drigið var lut um, hvar dystirnir skulu spælast og fall hetta Luksemburg í lut.

Samstundis til Hondbóltssambandið nýta høvið, at takka teimum mongu, sum hava stuðlað landsliðsvirkseminum hjá HSF. Fyrst og fremst teimum sum hava verið við okkum í fleiri ár

Høvuðstuðul: Bank Nordik
Fyrstu stórstuðlar: Atlantic Airways, Marine Harvest, Magn og Smyril Line.
Deildarstuðlar: SMS, Okkara og P/F Poul Michelsen.
Klædnastuðlar: Sport24 í SMS og Select.
Aðru stórstuðlar: P/F Wenzel og Búsetur
Aðrir stuðlar: Januar, Advokatfelagið, Spekt, Vága floghavn, Sendistovan, Christian í Grótinum og Advokatskrivstovan.

Umframt hesum stuðlunum vilja vit takka teimum mongu fyritøkum og privatpersónum, sum stuðlaðu HSF í sambandi við innsavningina, sum portal.fo stóð fyri í summar. Vit eru bæði ovfarin, glað og eyðmjúk yvir undirtøkuna – ein serlig tøkk til Hanus Samró og Fishfacts sum tveittu bóltin á rull, og Sverra Egholm og Portal.fo, sum loftaðu og samskipaðu insavningina.

Tað er eingin loyna, at tað hevur verið avbjóðandi hjá okkum at hýsa landsdystum uttanlands, men eru vit sannførd um, at vit hava eyðsýnt evnagóðar hondbóltsleikarar í Føroyum, sum hava uppiborið eitt landslið, sum vit føroyingar samstundis kunnu stuðla, savnast og gleðast um. Vónandi gongur ikki ov rúm tíð, til vit kunnu spæla okkara heimadystir í Føroyum.

Umframt fleiri privatpersónar, stuðlaðu hesar fyritøkur og stovnar:
P/F Borg
Sp/F Elding
Pizza 67
Sp/F Sandshavið
Bilrøkt
Kjølur
P/F J.F. Kjølbro
Sandoy Seafood
62 Norð
Vónin
Fønix
Kemilux
Sólorka
Burn Fitness
Grettir
Skálafossur
Rókin
KMS Køling
Waag
Føroya Termovirki
Føroya Tele
Colorama á Hálsi
Køtlum
Faroe Ship
Effo
Fo-Con
Líðin
Bátastevnan
Glitnir/Irish Pub
Steikin
Munin
MBM
P/F Petur Larsen
Sp/F Eyðbjørn Gaard
Fisk og Kips
Sansir/Kvinna
LÍV
Januar
Málarameistarin Uni Zachariassen
Bygma Balslev
Risin
Vestpack
Búsetur
Thomas Dam Intersport
HJ Asfalt
Sp/F R.J. Brockie
Advokatskrivstovan
HMP Consult
Elektron
Vestmanna Seafood
Standamáling
Bulur
BB Bókhald og rokniskapur
Advokatfelagið
Ågot
Formula
Auto Service
Føroya Bjór
Faroe Seafood
P/F Leif Mohr
Hotel Føroyar
RAM Sp/F
SMS
Menta
EM Asfalt
Laiderz
Rit og Rák
P/F Poul Michelsen
Bakkafrost
FTZ
IR Asfalt
IR Lastbilar
Colorama í Saltangará
Meklarin
Varðin
Sp/F Páll Joensen
RPJ-Invest
Reyni Service
CNBygg Sp/F
Havnar Handverkarafelag
Framskák
Fishfacts
Portal.fo
Wenzel
Runavíkar kommuna
Hey!
Thor
KBI
P/F Frost
Mest
Johan á Plógv Hansen
P/F Vesturbúgvin
Posta
Enniberg

 

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni