Kyndil og H71 vunnu Lionsbikarið 2019

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Hoyvíkshøllini í dag.

Hjá kvinnum hittust Kyndil og VÍF, ið vóru tey bæði liðini, sum síðsta kappingarár spældu bæði finalu í steypakappingini og um føroyameistaraheitið. Í báðum førum vann Kyndil. Tað eydnaðist heldur ikk víf-kvinnum at basa kyndilskvinnunum í dag, sum vunnu dystin 33-30. Talan var um dyst, sum var hamupliga væl leiktur og við góðari ferð. Liðini fylgdust fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men fóru kyndilskvinnur síðani frá og vóru á odda 16-11 í hálvleikinum. VÍF royndi at svara aftur í seinna hálvleiki, men koma ongantíð nærri enn trý mál.

Hjá monnum hittust føroyameistararnir úr H71 og steypavinnararnir úr Neistanum. Hoyvíkingar vunnu ein tryggan sigur, 30-21. Liðini fylgdust nøkunlunda í fyrra hálvleiki, men vóru H71 fyri tað mesta omaná. Hálvleiksstøðan var 13-11 til H71. Í seinni hálvleiki dróg H71 skjótt frá og gjørdist munurin stórur til endans.

Kyndil – VÍF 33-30 (16-11)
Málskjúttar:
Kyndil – Turið Arge Samuelsen 12, Bára K. Hansen 8, Súna K. Hansen 5, Anja Eliasen 2, Beinta L. Hansen 2, Jovana Stranjanac 1,  Ásleyg Súnadóttir 1, Natasja Hammer 1, K. Midjord 1

VÍF – Liljan Müller 10, Durita C. Jojic 7, Agnas Olsen 4, Lise Marie Evensen 3, Lív Ingdórsdóttir 2, Randi Virgarsdóttir 1, Ingibjørg Olsen 1, Ró Nielsen 1

H71 – Neistin 31-21 (13-11)
Málskjúttar:
H71 – Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Vilhelm Poulsen 6, Pauli Mittún 4, Peter Krogh 4, Leivur Mortensen 4, Rúni V. Højgaard 2, Pætur Mikkjalson 1, Ári E. Dam 1

Neistin – Tóndur Kragesteen 7, Dánjal Ragnarsson 4, Rasmus Søby 4, Julian Kragesteen 3, Johannes Bjørgvin 2, Karl Martin Olsen 1, Kristjan Dulavík 1

Kemilux nýggjur stórstuðul hjá HSF

28. september 2023

Hondbóltssambandið og Kemilux hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Kemilux verður ein av stórstuðlunum hjá HSF í 2024 og 2025.

Intersport Night Cup 2023

26. september 2023

Nýtið heystfrítíðina aktivt! VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir. 

Neistin víðari og H71 úti

26. september 2023

Bæði H71-kvinnur og Neistakvinnur vunnu annan European Cup dyst í vikuskiftinum. Hjá H71 var hetta tó ikki nokk, tá tær taptu stórt í fyrra dystinum, meðan Neistin vann eftir brotskast kapping.