Landskappingin byrjar 15. september

Sunnudagin 15. september verða fyrstu dystirnir í SMS- og Okkara kappingini fyri kappingarárið 2019-20.

Longu í fyrsta umfari eru fleiri áhugaverdir dystir. Liðini, sum leiktu heili 5 finalur undanfarnað kappingarár, H71 og Neistin, møtast longu í fyrst umfari, meðan tað eisini verður spennandi at síggja VB aftur í bestu deildini hjá kvinnum. Tær taka ímóti VÍF á heimavølli í Vági.

Full kappingarskráin fyri SMS- og Okkara-deildina sæst á heimasíðuni undir kappingar.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

U18-menn: Smálutir avgjørdu

7. august 2026

Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni