Úrvalsliðið og H71 vunnu summarkappingarnar hjá ávikavist monnum og kvinnum.


Úrvalsliðið og H71 vunnu summarkappingarnar hjá ávikavist monnum og kvinnum.

Føroysku kvinnurnar skulu møta Hvítarusslandi og Sveis í HM-undankappingini.

Í august verður hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup á fyrst sinni í Vági. Og nú tilmeldingarfreistin er farin eru tað meldaði 59 lið til kappingina og tilsamans fleiri enn 500 børn og ung, sum koma til Vágs at kappast í døgunum 3. til 5. august.

Mikudagin 8. juli kl. 14.00, verður lutakastið til komandi HM-undankappingina hjá kvinnum.

IHF – Altjóða hondbóltssamgongan fer komandi mánaðin at skipa fyri einari røð av stytri online venjara- og dómaraskeiðum. Einhvør kann luttaka og tað einasta sum krevst er eitt gott internetsamband. Les meira um skeiðini og tilmelding her: IHF Live Online Symposium 2020_Programme

Føroyar eru í bólki við Kekkia, Russland og Ukraina til EM-undankappingina hjá monnum, sum byrjar í heyst.

Kappingarárið 2019-20 fekk ein bráðan enda tíðliga í mars mánaði orsakað av korona-sóttini. Í hesum sambandi og ásannandi at hondbólturin í størri mun er við at gerast ein heilársítrótt, fer HSF at skipa fyri summarkappingum fyri kvinnur og menn. Kvinnukappingin kallast SMS-summarkappingin og manskappingin Okkara-summarkappingin.

Leygardagin var árligi aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum. Fundurin var hildin í skúlanum á Strondum. Tveir sessir í starvnevndini vóru fyri vali, umframt báðir varalimirnir.

Um tvær vikur, týsdagin 16. juni kl. 16.00, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

Í vikuskiftinum var felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini hjá HSF. Talan er um A-landsliðið, U18 og U16, sum vóru savnaði í Høllini á Hálsi.