Stuttfilmur 2 – Leikaramenningin

Annar filmurin í røðini “HSF 40 ár” hevur heitið “Leikaramenningin”. Ein týðandi táttur í arbeiðinum hjá hondbóltssambandinum at flyta føroyskan hondbólt framá er at savna ungar spælarar til servenjingar.

Spælarar úr øllum landinum verða tí javnan savnaðir til venjingar at menna hugburð, arbeiðssemi og ídni. Leikaramenningin er skipað eftir tí føroyska leistinum, sum hondbóltssambandið hevur orðað til tess at menna hondbóltsspælið á miðvísan hátt. Tann føroyski leisturin miðar eftir at menna teknisku, taktisku, sosialu, sálarligu og kropsligu førleikarnar hjá spælarunum.

Í sambandi við 40-ára føðingardagin hjá HSF í ár, hevur HSF latið framleiða 5 styttri filmar, sum lýsa søguna, núverandi virksemi og framtíðarætlanir hjá HSF. Filmarnir verða lagdir út komandi dagarnar og kunnu eisini síggjast á youtube síðuni hjá HSF, sum eitur “Handball Faroe Islands”.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni