Tíðindi

Heimavøllurin verður nú í Keypmannahavn

29. januar 2019

Manslandsliðið spælir komandi heimadystin í Royal Arena í Keypmannahavn. Sum áskoðari sleppur tú eisini at uppliva donsku heimsmeistararnar. Kom við til eina hondbóltsveitslu!

Kunning frá dómaranevndini

25. januar 2019

Í sambandi við dystin millum H71 og Neistan í Okkara deildini tann 20. januar 2019, hava viðmerkingar frá einum av venjaranum á útvarpsrásini FM1, verið alment umrøddar í fjølmiðlunum.

Danmark er heimsmeistari

27. januar 2019

Donsku hondbóltsharrarnir eru heimsmeistarar. Danmark vann sannførandi 31-22 á Noregi í HM-finaluni.

Nú byrja steypadystirnir

21. januar 2019

Mikukvøldið eru fyrstu dystirnir í bólkaspælinum hjá monnum og kvinnum í kappingini um at koma í stóru Faxe Kondi finalurnar, sum verða 23. februar.

Stórsigur til Føroyar

13. januar 2019

Føroyska A-landsliðið við monnum vann greitt, tá teir í kvøld spældu fyrra venjingardystin móti Grønlandi. Úrslitið varð 37-22.

Hesi hava klárað seg best

8. januar 2019

Sosialurin hevur tikið samanum avrikini hjá leikarunum í Okkara- og SMS-deildini fyri fyrru hálvu av hondbóltsárinum 2018/19, og valt besta leikara á hvørjum einstaka plássi. 

Skráin fyri steypakappingina

7. januar 2019

Mikukvøldið 23. januar byrjar bólkaspælið í kappingini um at koma í stóru Faxe Kondi finaluna, sum verður ein mánaða seinni, tann 23. februar.

Ein loysn frá Sendistovuni