Starvslýsing – Søkt verður eftir samskipara

Spennandi starv sum samskipari hjá Hondbóltssambandi Føroya hálva ella fulla tíð er nú leyst at søkja.

Í umsitingini hjá Hondbóltssambandi Føroya starvast frammanundan tvey starvsfólk. Harumframt hava fleiri venjarar og onnur, sum varða av okkara landsliðum, sína dagligu gongd hjá Hondbóltssambandinum.

Uppgávurnar eru nógvar og fjøltáttaðar, og fara at verða endaliga býttar millum starvsfólkini í umsitingini, tá nýggjur samskipari er settur.

Tað er ikki avgerandi, hvørja útbúgving ella royndir tú hevur, men vilja gjarna frætta, hvussu tú heldur, at tú kanst verða við til at arbeiða fyri at menna føroyskan hondbólt, harundir at arbeiða fram ímóti, at Hondbóltssamband Føroya kann náa sínum altjóða málum.

Tað er harumframt týdningarmikið, at tú:

  • ert ágrýtin
  • ert sjálvstøðug/-ur
  • ert røkin
  • hevur góðar førleikar at samskifta og samskipa
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góðar teldu- og málførleikar

Starvið verður lønt sambært nærri avtalu.

Freistin at søkja er mánadagin 25. november 2019.

Umsókn skal sendast við telduposti til ge@lawfirm.fo ella til:

Hondbóltssamband Føroya
Postboks 1023
110 Tórshavn

Viðmerk “Umsókn” á brævbjálvan.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gunn Ellefsen, forkvinnu í HSF, á telefonnummar 593040 ella við telduposti til ge@lawfirm.fo.

 

Søtur sigur á Turkalandi

29. mai 2026

Føroysku U18-kvinnurnar spældu ein góðan, tættan og gevandi vinardyst móti Turkalandi í Ankara dag. Føroyar vóru tó omaná tað mesta av dystinum og vunnu, 21-19, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 12-10 í hálvleikinum.

Ungdómslandsdystir Føroyar – Ísland

27. mai 2026

Næsta leygar- og sunnudag, 6. og 7. juni, vera U15- og U16-landsdystir millum Føroyar og Ísland. Talan er um fyrstu landsdytir hjá hesum dreingjum. Dystirnir leygardagin vera í KÍ-høllini leygardagin og sunnudagin á Eiði. Hesir leikarar eru úttiknir til dystirnar.

Ársins bestu 2025-26

26. mai 2026

Ársins gallaveitsla var leygarkvøldið og vunnu hesi ársins heiðrar fyri kappingarárið 2025-26 í ávikavist SMS og Burn deildini. Ársins heiðrar vóru latnir á gallaveitsluni, sum Stjørnan skipaði fyri í Varpinum í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni