Spennandi lutakøst fyri framman

Mánadagin 4. november verður kastað lut hjá U18- og U20-manslandsliðunum U18 og U20.

U18 dreingirnir, ið vunnu European Open á sumri í 2019, skulu spæla EM kapping í Bulgaria í døgunum 13.-23. august. Teir kunnu koma í bólk saman við Hvítarusslandi, Kekkia, Finnlandi, Bulgaria, Stóra Brettlandi ella Litava.

U20 mennirnir skulu eisini spæla EM-kapping. Tann kappingin verður í Lettlandi í døgunum 3.-12. juli. Teir kunnu koma í bólk saman við Póllandi, Kekkia, Slovakia, Montenegro, Finnlandi, Estlandi, Grikkalandi ella Bosnia.

U18 dreingirnir bodnir til kapping á jólum
Eftir U17-dreingirnir vunnu European Open í summar, vóru teir bodnir til eina U18 kapping í Merzig í Týsklandi. Kappingin eitur Sparkassen Cup, og verður í døgunum 26.-30. desember í ár. Liðini, ið luttaka í kappingini eru Týskland, týski landsluturin Saarland, Hvítarussland, Niðurlond, Sveis, Italia og Ísland. Føroyar eru komin í bólk saman við Saarlandi, Niðurlondum og Hvítarusslandi.

Dystarskrá:
Fríggjadagin, 27.12.19, kl. 17.20 móti Hvítarusslandi
Leygardagin, 28.12.19, kl. 13 móti Niðurlond og kl. 18.20 móti Saarland.
Sunnudagin, 29.12.19, eru dystir um sjeynda, fimta, triðja og fyrsta pláss.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni