Tíðindi

Skulu vinna fleiri heimadystir

17. september 2018

StÍF endaði á einum fimta plássi í fjør við 18 stigum. Tað eiga teir at klára betur. Tað sigur Jóannes Prestá.

Ætla sær fleiri stig

20. september 2018

Klaksvíkingar vunnu sær 16 stig og endaðu á einum sætta plássi í farna kappingarárið. Hetta er besta úrslit hjá Team Klaksvík í søgu felagsins, sum varð stovnað í 2006.

Ætla at endurvinna greipuna

14. september 2018

Hjá kvinnunum er VÍF favorittur at endurvinna føroyameistaraheitið. Tað vita tey eisini í Vestmanna, og greipuvinnararnir renna heldur ikki undan favorittleiklutinum.

Kyndil vil røkka hálvfinalunum

13. september 2018

– Nú kappingin er broytt er málið uttan iva, at vit skulu enda millum fýra tey fremstu liðini í landskappingini og harvið vinna okkum í hálvfinalurnar. Tað hevði so heldur ikki gjørt tað verri, um vit megnaðu at varðveita heitið sum steypavinnarar.

Fáar streingir at spæla uppá

13. september 2018

– Hópurin sær spennandi út, men hann er sera smalur. Tað sigur hondbóltssnillingurin í Kollafirði, Hans Eli Sigurbjørnsson, um besta liðið hjá KÍF, nú nýggja kappingarárið byrjar um vikuskiftið.

VÍF og H71 vunnu Lionsbikarið

9. september 2018

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Høllini í Kollafirði í dag.

Skeið fyri ungdómsvenjarar

9. september 2018

Í september skipar Hondbóltssamband Føroya fyri venjaraskeiði við heitinum “Hvat er týdningarmiklast at læra átta til 12 ára gomul”.

Dystast um Lionsbikarið

5. september 2018

Seinnapartin sunnudagin verður ítróttahøllin í Kollafirði karmur um ársins stórsteypadystir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár hjá kvinnum og monnu kappast um Lionsbikarið.

Ein loysn frá Sendistovuni