Allan Norðberg verður ikki at síggja í hvítu og reyðu STÍF blusuni næsta kappingarár. 24 ára gamli strandingurin hevur nevnliga gjørt ein tveyára sáttmála við íslendska felagið í Akureyri, KA.


Allan Norðberg verður ikki at síggja í hvítu og reyðu STÍF blusuni næsta kappingarár. 24 ára gamli strandingurin hevur nevnliga gjørt ein tveyára sáttmála við íslendska felagið í Akureyri, KA.

Nú byrja fyrireikingarnar hjá A-landsliðnum hjá monnum til EM-undankappingina. Fyrstu dystirnir eru í oktober ímóti Danmark og Montenegro.

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at aðalfundur verður leygardagin 8. juni kl. 17.00 í læknamiðstøðini í Vestmanna. Víst verður til viðtøkurnar: https://hsf.fo/hsf/vidtokur/

Hondbóltssamband Føroya og Faxe Kondi hava gjørt nýggja stuðulsavtalu.

Føroyar hava tveir dystir eftir í EM-undankappingini hjá A-landsliðnum við kvinnum, á hesum sinni. Fyrri dysturin er 30. mai á heimavølli móti Serbia og seinni dysturin er 3. juni á útivølli móti Svøríki.

Árliga hondbóltsgallaveitslan var í gjárkvøldið, har bestu spælarar, venjarar og dómarar vórðu heiðraðir.

16 ára gamla Lív Poulsen úr Vestmanna vann danmarkarmeistaraheitið fyri U16 í gjár. Hon spælir við FC Midtjylland, sum vann finaluna á Skanderborg. Úrslitið var 25-24.

Tað gjørdist ein ógvuliga spennandi finaluvika, bæði hjá monnum og kvinnum.

Føroyameistararnir í øllum deildum, uttan í bestu deildini, eru nú funnir.

Føroyar eru í bólki við Danmark, Montenegro og Ukraina til EM-undankappingina hjá monnum, sum byrjar í heyst.