Niklas og Eirikur til donsku fyrstu deild

Komandi kappingarár vera tveir føroyingar afturat at síggja í næstbestu donsku deildini í hondbólti.

Vinstri bakkurin, Eirikur Simonsen, hevur gjørt avtalu við Frederikshavn, meðan málverjin, Niklas Simonsen, fer til Tønder.

Niklas, ið er 22 ára gamal, hevur í fleiri ár verið í felagnum Skjern, sum bleiv danmarkarmeistari  í vikuni við sínum ligaliði. Kvívíkingurin hevur  verið knýttur at næstbesta liðnum, men hevur eisini spælt onkran dyst við besta liðnum, millum annað ein Champions League dyst.

– Nú var tíð uppá at fara víðari. Eg havi tørv á størri avbjóðingum og vil fegin menna meg meira sum málverji, so tí eri eg fegin um hendan møguleikan, greiðir Niklas frá.

Tønder spældi í bestu deildini í fjør, men endnaði á aftasta plássi og flutti niður. Málið hjá felagnum er at enda millum trý tey ovastu liðni, sum gevur møguleika fyri uppflyting.

Eirikur spældi í fjør við barndómsfelagnum Kyndli, sum gjørdist steypavinnari. Hann hevur áður spælt við Viborg, meðan hann var undir lesnaði. Nú fer hann til Aalborg at gera lesnaðin lidnan og tí sambandi fer hann aftur í donsku deildina.

Fleiri spælarar uttanlands
Tað økist alsamant við føroyskum leikarum, sum leita sær út um landoddarnar at spæla hondbólt. Næsta kappingarár spæla higartil fimm føroyingar við næstbestu donskum deildini hjá monnum. Teir eru Helgi Hoydal, Jónas Gunnarson Djurhuus, Rói Berg Hansen, Niklas Simonsen og Eirikur Simonsen. Á kvinnusíðuni eru fýra føroyingar í donsku fyrstu deild. Tær eru Ninna Johansen, Kristianna Henneberg Joensen, Pernille Brandenborg og Siw Matras.

Harumframt skulu Áki Egilsnes, Allan Norðberg og Turið Arge spæla við bestu íslendsku deildini. Ein leikari er í næstbestu norsku deildini, sum er Kjartan Johansen.

 

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni