Tíðindi

U18-kvinnur: Greiður sigur á India

3. august 2022

Uttan at spæla framúr, staðfestu føroysku U18-kvinnurnar, at tær eru væl betri enn India. Okkara vunnu 27-22 í dag. Í steðginum vóru Føroyar á odda 14-9. India var betur við í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist føroyska liðnum at halda frástøðuna.

U18 kvinnur: Fyrsti HM sigurin í hús

2. august 2022

Føroysku U18 genturnar vunnu í morgun sín fyrsta dyst í HM-kappingini í Norðurmakedonia. Føroyar vunnu ein flottan sigur, 31-22 á Eysturríki, eftir hálvleiksstøðuna 15-12.

U18-kvinnur: Danmark greiðan sigur

31. juli 2022

Føroyar taptu 31-20 fyri Danmark í dag, eftir at støðan var 18-11 í hálvleikinum. Okkara kempaðu væl allan dystin, men møttu vit í dag einum av heilt sterku liðunum í kappingini.

Ein loysn frá Sendistovuni