A-landsliðið hjá monnum skal møta Hvítarusslandi í HM play-off dystunum í mars.


A-landsliðið hjá monnum skal møta Hvítarusslandi í HM play-off dystunum í mars.

Komandi 5 vikurnar fara menn og kvinnur at kappast í Faxe Kondi steypakappingini. Byrjað verður í kvøld í Klaksvík við dysti millum Team Klaksvík og Neistan.

Føroyar er víðari í HM-undankappingini hjá monnum eftir ein tryggan 26-19 sigur á Lettlandi.

Føroyar eru við í kappingini um víðari luttøku í HM-undankappingini eftir ein sera dramatiskan eitt-málssigur á Italia, 27-26.

Hóast bjartar vónir, so gjørdist talan um eitt greitt tap fyri Luksemborg í fyrsta HM-undankappingardystinum á heimavølli í Høllini á Hálsi. Føroyar taptu 31-26, eftir 11-10 í hálvleikinum.

Atlantic Airways og Hondbóltssambandið hava longt sponsorsamstarvið. Nýggja avtalan er galdandi til 2024.

Í morgin byrjar HM-undankappingin, sum verður í Høllini á Hálsi.

Úr 22-mans hópinum hava landsliðsvenjararnir úttikið hesar 16 leikararnir til fyrsta dystin í HM-undankappingini. Talan er um tríggjar dystir dag um dag, har venjararnir hava møguleika at skifta tveir leikarar út úr hópinum millum dystirnar. Við hesum hava venjararnir møguleikan fordeila kreftirnar og at vanda sær um leikararnar, sum dragast við smásnuddir.

Talan verður um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa til HM-undandystirnar hjá Føroyum komandi vikuskiftið. Avmarkaða talið av atgongumerkjum, sum vóru sett til sølu tíðliga í desember, eru útseld. Vegna koronaavmarkingar verða ikki fleiri atgongumerki seld.

Á tíðindafundi í BankNordik í morgun, var hópurin, sum skal spæla HM-undankapping hjá monnum, kunngjørdur.