Leiksskráin fyri FM-finalurnar

Komandi vikuskiftið byrja FM-finalurnar í SMS og Burn deildini.

Enn er ikki greitt, um tað er KÍF ella VÍF, sum skulu møta H71 í finalunum hjá monnum. Hetta verður avgjørt hósdagin, tá liðini møtast í triðju hálvfinaluni kl. 20.00 í Kollafirði. Hjá kvinnunum er tað greitt, at tað verða H71 og Neistin, sum møtast í finalunum. Leikt verður best av 5 finalum, sum allar skulu avgerðast. Avgerðin kann sostatt í fyrsta lagi fella leygardagin 9. apríl.

Finaluskráin sær soleiðis út:

Leygardagin 2. apríl
FM-finala 1 kl. 19.00 H71 – Neistin

Sunnudagin 3. apríl
FM-finala 1 kl. 16.00 H71 – KÍF/VÍF

Týsdagin 5. apríl
FM-finala 2 kl. 19.00 Neistin – H71

Mikudagin 6. apríl
FM-finala 2 kl. 19.00 KÍF/VÍF – H71

Leygardagin 9. apríl
FM-finala 3 kl. 17.00 H71 – Neistin
FM-finala 3 kl. 19.30 H71 – KÍF/VÍF

Týsdagin 12. apríl
FM-finala 4 kl. 19.00 Neistin – H71

Leygardagin 16. apríl
FM-finala 5 kl. 14.00 H71 – Neistin

Mikudagin 20. apríl
FM-finala 4 kl. 19.00 KÍF/VÍF – H71

Leygardagin 23. apríl
FM-finala 5 kl. 19.00 H71 – KÍF/VÍF

 

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni