Tíðindi

Russland og Hvítarussland útihýst

28. februar 2022

EHF hevur gjørt av, at fyribils útihýsa Russlandi og Hvítarusslandi úr altjóða kappingum. Hetta orsakað av russisku innrásini í Ukraina, sum eisin er stuðlað av Hvítarusslandi.

Sáttmálin um Faxe Kondi kappingina longdu

28. februar 2022

Næstseinasta vikuskiftið var ársins stóra hondbóltsvikuskiftið, tá Faxe Kondi finalurnar vóru leiktar. Í hesum sambandi var samstarvið millum Hondbóltssambandið og P/F Poul Michelsen um steypakappingina eisini longt. Tað er P/F Poul Michelsen, sum umboðar Faxe Kondi í Føroyum.

U18-menn í torføran bólk

24. februar 2022

Føroysku U18-menninir fingu eitt torført lutakast til EM-endaspælið. Føroyar komu í bólk saman við Spania, Svøríki og Fraklandi.

Elsa avloysir Duritu

23. februar 2022

Ein útskifting er í kvinnulandsliðshópinum, sum skal møta Eysturríki á heimavølli mikudagin 2. mars og á útivølli leygardagin 5. mars.

Hesir 16 spæla móti Hvítarusslandi

22. februar 2022

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Hvítarusslandi, sum verða, 16. og 20. mars.

Faxe Kondi steypavinnarar 2022

22. februar 2022

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Heili 17 finalur blivu leiktar, fleiri sera spennandi, harumframt var eisini eitt serstakt finalutiltak við Eydnudeildini, sum eydnaðist sera væl.

Ein loysn frá Sendistovuni