Tíðindi

Hesir 16 møta Týsklandi

29. mars 2022

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Týskland, sum verða, 13. og 16. apríl.

Kyndilskvinnur eru steypavinnarar

19. mars 2022

Kyndil vann í dag eina sera spennandi Faxe Kondi steypafinalu móti H71. Úrslitið gjørdist 36-34, eftir longda leiktíð. Støðan eftir 60 minuttir var 29-29, eftir 13-12 til H71 í hálvleikinum.

Niðara endaspæla hjá kvinnum verður Final4

15. mars 2022

Í samráð við tey luttakandi feløgini, hevur HSF gjørt av, at royndarkoyra niðara endaspæl við Final4 leisti. Hetta verður bert galdandi fyri niðara bólkin hjá kvinnum í ár, hareftir leisturin verður eftirmettur á komandi limafundi.

Komandi málverjavenjaraskeið

11. mars 2022

Øll vita hvussu týdningarmiklir málverjar eru í hondbólti. Samstundis er økið viðbrekið og krevur serligan ans. Ásannandi stóra tørvin, hevur HSF í eina tíð arbeitt við at seta á skrá tiltøk, sum skulu styrkja málverjaøkið.

77 lið til U8-kapping í Klaksvík

8. mars 2022

Heili 77 lið hava meldað til U8-kapping í Klaksvík komandi leygardag. Hetta er metngóv. Komandi leygardag fara á leið 450 børn at spæla U8-hondbólt í Klaksvík. Dreingirnir koma at spæla í Badmintonhøllini og genturnar í KÍ-Høllini. Tað eru ávikavist Team Klaksvík og Stjørnan, sum skipa fyri kappingunum.

Ein loysn frá Sendistovuni