Nýggjur landsliðsvenjari hjá U06-kvinnum

Kristinn Guðmundsson er settur í starv sum venjari hjá U06 kvinnunum. Kristinn er úr Íslandi og hevur eisini verið venjari hjá EB í vetur.

Kristinn hevur drúgvar royndir sum venjari á høgum støði í bæði Íslandi og Noregi.

U06 kvinnur skulu spæla European Open í Gøteborg í tíðarskeiðnum 4. – 9. juli, har Føroyar eru í bólki saman við Montenegro, Svøríki og Hollandi.

Kristinn verður venjari hjá gentum føddar 2006-2007 saman við Agnari Joensen.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni