Trúfastur og íðin hondbóltsmaður

Øll hondbóltsfólk í Føroyum kenna hann, og øll vita, at hann heldur við Kyndli. Men hann heldur eisini við Føroyum og fer heilt til Algeria at stuðla føroyskum hondbóltsspælarum, um tað krevst. Fáur er so eldhugaður í hallunum sum Ásbjørn Nattestad, og tað fer ikki at broytast, sigur hann. Seinnu árini er hann farin at savna saman hagtøl frá dystum í bestu deildunum og er komin aftur til 1985.

“Eg nytti onki sjálvur í hondbólti. Eg havi eitt veikt skot, skjóti altíð í sama stað og renni seint. Haraftrat eri eg ikki serliga kropssterkur.” Ásbjørn Nattestad sparir ikki upp á lýsingarorðini, tá hann skal greiða frá, hvussu avmarkað evnir hann heldur seg hava sum hondbóltsspælari. Hann spældi øll ungdómsárini við Kyndli, men minnist ikki, at hann gjørdi nakrar skreytir á vøllinum. Tá hann var 17-18 ár gamal, gavst hann, men á áskoðaraplássunum hevur hann ongantíð helmað í.

Tá Kyndil spælir í mansdeildini ella kvinnudeildini, hoyrist og sæst hann væl, og er annað av grønu liðunum í eini steypafinalu ella FM-finalu, meiggjar hann andlitið út við grønari krígsmáling og stýrir rópunum av áskoðaraplássunum. Eisini trummar hann og átalar mistøk, sum hann sær dómararnar gera.

Áskoðarar hjá mótstøðuliðum halda viðhvørt, at Ásbjørn rópar ov nógv á áskoðaraplássunum. Men fyri kyndilsfólk hevur hann avgerandi týdning. Eru tey mótfallin og tigandi, tí illa gongst á vøllinum, fer Ásbjørn at rópa og trumma: Kyndil, bumm, bumm, bumm! Og so kemur lív í fjøldina aftur.

”Tá eg fari í holt við okkurt, geri eg tað við lívi og sál. Á áskoðaraplássunum spari eg meg ongantíð. Dugir tú ikki sjálvur á vøllinum, mást tú royna at gera tað, tú dugir, uttan fyri vøllin, so spælararnir kunnu kenna seg væl og vinna,” sigur Ásbjørn Nattestad.

 

Vaksin upp við Kyndli

Ásbjørn er sonur Oddvá og Niels Nattestad, Natta, sum spældi við besta liðnum hjá Kyndli frá 1964 til 1982. Natte hevur spælt flestar dystir fyri Kyndil í vaksnamannadeild, 665 tilsamans, og skotið heili 2168 mál. Eisini hevur hann verið formaður í Kyndli í fleiri ár.

Ásbjørn varð føddur í 1979 og minnist tí ikki bestu árini hjá pápanum á vøllinum, men mangan hevur hann hoyrt um øll meistaraheitini, ið menninir hjá Kyndli vunnu. Hann sá eisini pápa sín, Sverra Jacobsen og aðrar góðar kyndilsmenn spæla í 2. deild, áðrenn teir góvust heilt. Tá vunnu teir eisini nógv.

“Kyndil hevur altíð verið ein partur av okkara húsi, og eg gjørdist av tí sama svorin kyndilsmaður. Eg viltist einar tveir mánaðir yvir í H71, tá eg var 12 ár. Eg minnist, at vit vandu

í fimaleikahøllini í Hoyvíkar skúla, men eg var skjótur heimaftur í Kyndil,” sigur Ásbjørn flennandi.

Felagsskapin í Kyndli setir hann høgt, tí felagið er næstan sum ein familja.

”Øll koma hvør øðrum við í Kyndli, tí felagið leggur stóran dent á, at øll skulu kenna seg væl. Viðhvørt fái eg rós fyri mítt ídni á áskoðaraplássunum, og tá kenni eg meg takksaman og eyðmjúkan. Eg geri tað fyrst og fremst fyri felagið,” sigur hann.

Ásbjørn Nattestad búði frá 2011 til februar 2017 á Eiði. Har hjálpti hann nógv til í EB. Hann spældi sjálvur, dømdi nógvar dystir og vandi eitt tíðarskeið 2. deild hjá kvinnum. Ásbjørn hevði als ikki ilt við at hjálpa einum øðrum felag enn Kyndli.

”Eg eri fyrst og fremst kyndilsmaður, men eg vil grundleggjandi eisini hjálpa føroyskum hondbólti. Tað var púra natúrligt fyri meg at fara við til Algeria, tá U21-menninir kappaðust har. Fyri meg hevði tað verið undarligt ikki at farið, tí eg brenni so nógv fyri føroyskum hondbólti,” sigur hann.

 

Savnar saman hagtøl

Ásbjørn Nattestad hevur seinnu árini gjørt nógv burturúr at savna saman hagtøl í bestu deildunum hjá monnum og kvinnum. Íblásturin hevur hann fingið frá pápa sínum, sum eins og tey flestu í Kyndli hevur havt stóran áhuga fyri hagtølum.

”Eg var liðleiðari hjá 1. mansliði hjá Kyndli fyri 10 árum síðan og fór tá at skriva málskjúttarnar upp. Síðan fekk eg áhuga fyri at vita, hvussu kyndlsmenninir stóðu seg í kappingini við spælararnar á hinum liðunum, og tá fór eg at savna saman hagtøl fyri allar málskjúttarnar,” greiðir hann frá.

Síðan hevur innsavningin bara vundið upp á seg. Farnu 6-7 árini hevur Ásbjørn gjørt fullfíggjað yvirlit yvir málskjúttar, útvísingar, ávaringar, brotskøst og annað í bestu deildunum. Hagtølini hevur hann lagt út á Facebook-bólkin Hondbóltskjak, har hundraðtals fólk hava havt gleði av teimum, eisini fjølmiðlafólk.

”Eg havi eisini roynt at gjørt yvirlit yvir allar málskjúttar í bestu deildunum frá 1985. Fleiri kappingarár eru fullfíggjað, men 5-6 ár eru ikki. Hetta krevur ein túr á Landsskjalasavnið, har gamlir dómaraseðlar eru. Fái eg umstøður til tað, geri eg yvirlitið fullfíggjað,” sigur Ásbjørn.

Hansara stóri dreymur er at fáa gjørt eitt fullfíggjað yvirlit yvir dystir og mál so langt aftur í tíðina sum gjørligt. Hann ásannar, at tað kann gerast trupult. Ber hetta ikki til, kundi hann ið hvussu er hugsað sær at gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu feløgini hava staðið seg hvørt ímóti øðrum frá byrjan í bestu deildunum.

Nú væl gongst hjá fleiri landsliðum, hevur hann eisini ein annan dreym:

”Vónandi kemur eitt A-landslið í eitt endaspæl, eins og U21-menninir megnaðu tað. Eg vænti, at hetta eydnast innan 10 ár, tí framgongdin er so stór í hondbóltinum,” sigur Ásbjørn Nattesatd at enda.

Atgongumerki til Niðurlond – Føroyar

5. desember 2024

EM-undankappingardysturin hjá monnum millum Niðurlond og Føroyar verður leiktur í Almere í Niðurlondum, sunnudagin tann 16. mars 2025 kl. 15:00.

Kempaðu til tað seinasta

3. desember 2024

Tað endaði 33-24 til Danmark, men okkara taptu seinna hálvleik við bert einum máli. Í hálvleikinum var Danmark á odda 15-7, og eitt skiftið var Danmark á odda 24-12 í seinna hálvleiki, og tá byrjaði at síggja ljótt út, men føroysku kvinnurnar stríddust av øllum alvi til tað seinasta, tí hvørt mál taldi í mun til framtíðari […]

Søguligt EM-stig í hús

1. desember 2024

Við einari krútsterkari verju og frálíkum málverjaspæli frá Anniku Fríðheim Petersen, fekk føroyska kvinnulandsliðið fyrsta stigið í einum EM-endaspælið. Kroatia og Føroyar leiktu javnt, 17-17, eftir hálvleiksstøðuna 9-8 til Kroatia.

Ein loysn frá Sendistovuni