U17-menn: Endaðu á 10. plássið

Føroysku U17-menninir taptu dystin um 9. pláss í European Open í dag. Kekkia vann dystin 23-21, eftir at Kekkia var frammanfyri 10-9 í hálvleikinum. Harvið endaðu Føroyar sum nummar 10 av 20 liðum í ársins European Open.

Tað var Kekkia, sum legði seg á odda í dystinum. Føroyska liðið gjørdi nógvar tekniskar villur fyrstu løtuna og verjan fekk ikki fatur á kropssterku kekkunum. Føroyingarnir ernaðust tó spakuliga í leypi av hálvleikinum og stóð verjan betri saman við einum sera vælleikandi Bjarna Gunnarson Jacobsen í føroyska málinum. Liðini fóru til hálvleiks við 10-9 til Kekkia.

Føroyska liðið hevði møguleikar at spæla upp við kekkum í seinna hálvleiki, men vóru nógvar marginalar støður, sum ikki fullu í okkara lut. Filip Haldansen, sum vanliga spælir høgri bakkur, mátti spæla á vonginum, tí báðir vengurnir, William Djurhuus og Magnus Árason sótu uttanfyri við skaða. Hetta gjørdi hann væl, tí hann skoraði uppá allar sínar 6 royndir og bleiv føroyskur toppskjútti í dag. Kekkar vóru á odda allan hálvleikin, og komu okkara ongantíð uppá javnt og endaði tað við at Kekkia vann við tveimum málum, 23-21.

Føroyar endaðu hervið nr. 10 av 20 liðum í European Open. Hetta er bert aðru ferð at Føroyar eru endaðar í topp 10 í kappingini. Føroyar vunnu kappingina í 2019. Føroyar vunnu tríggjar dystir í kappingini, leiktu tríggjar javnar og taptu tveir.

Úrslitini hjá Føroyum vóru hesi:
Føroyar – Finnland 14-12
Holland – Føroyar 18-24
Ísrael – Føroyar 17-17
Føroyar – Spania 17-22
Litava – Føroyar 27-31
Føroyar – Noreg 27-27
Belgia – Føroyar 21-21
Kekkia – Føroyar 23-21

Sí annars úrslit, støður og alt um kappingina her: M17 European Open (eurohandball.com)

Málskjúttar Kekkia – Føroyar
Filip Haldansen 6
Lýðar í Dímun 4
Fríði Holm í Innostovu 3
Jákup Egholm 3
Haraldur Karlsson 2
Jógvan Andrias Lamhauge 1
Helgi Haldórsson 1
Torkil Dahl 1

Verjuavrik tryggjaði sigurin

4. mars 2026

Við einum rimmar verju- og málverjaavrikið av Rakul Wardum vunnu føroysku kvinnurnar trygt, 25-21, á Portugal Við Tjarnir í kvøld. Hóast álopið ikki var heilt í topp allan dystin, so var verjuavrikið nóg mikið, og hildu okkara Portugal heilt niðri á 21 málum.

Nýggjur veruleiki í føroyskum hondbólti

3. mars 2026

Tá Annika Fríðheim, sum trý ára gomul, fyrstu ferð traðkaði á ein hondbóltsvøll, hevði hon ikki ímyndað sær, hvussu stóran leiklut hondbólturin fór at hava í lívi hennara. Í dag er hon landsliðsmálverji hjá Føroyum, lesandi í Aarhus, leikari í EH Aalborg og roynir samstundis at fáa gerandisdagin at ganga upp saman við makanum Hjalta, […]

Effo og Hondbóltssamband Føroya hava longt samtarvið

27. februar 2026

Við hesum heldur samstarvið fram, sum hevur verið við til at styrkja karmarnar fyri bæði landsliðs- og breiddarhondbóltin. Sum stórstuðul hevur Effo verið sjónligt á flestu pallunum hjá HSF, bæði í sambandi við landsdystir, kappingar og tiltøk runt Føroyar.

Ein loysn frá Sendistovuni