Út í Europa at døma

Tvey føroysk dómarapør skulu døma altjóða dystir í summar.

Ársins dómarapar í Føroyum, Thomas Juul Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe, skulu døma í W19 EHF Championship kappingini í Litava frá 10. – 16. juli, har Føroya eisini luttaka. Teir skulu døma 5 dystir í kappingini, sum telur londini Spania, Bosnia Hersegovina, Estland, Litava, Bulgaria, Føroyar, Slovenia og Turkaland.

Eisini skulu brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard út í Europa at døma. Teir skulu til Podgorica í Montenegro at døma EUSA Handball Games 2023, sum er kapping millum universitetslið í Europa. Kappingin er frá 9. – 14. juli. Andrias og Høgni døma vanliga í donskum hondbólti, har teir hava dømt í 2. deild í vetur, men hava í væntu at rykkja upp í 1. deild til komandi kappingarár. Andrias og Høgni royndu seg eisini í Young Referess Program hjá EHF í fjør, har teir dømdu í European Open.

Báðar kappingar er kappingar, sum EHF brúkar til at seta nýggjar dómarar við.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni