U17-menn: Nokk við javnleiki

Føroysku U17-mennirnir spældu sín lakasta dyst í European Open higartil í morgun. Dysturin móti veikasta liðnum í bólkinum, Belgia, endaði javnur 21-21, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 13-11 í hálvleikinum.

Javnleikurin var tó nokk til at Føroyar blíva nummar eitt í bólkinum í millumumfarinum og skulu spæla um 9. pláss í morgin.

Eftir eina tætta dystarskrá í vikuni nýttu venjararnir høvi at blanda kortini av nýggjum til dystin í dag og nakrir leikarar vóru hvíldir. Tað hepnaðist tó so sum so. Liðið gjørdi nógvar villur í dag og brendu okkara illa í løtum. Okkara fingu tó hála ein javnleik heim og var hetta nokk til at vinna bólkin.

Føroyar møta sannlíkt Rumenia í dystinum um 9. pláss í morgin í Scandinavum. Dysturin byrjar kl. 12.30, føroyska tíð og kann stroymast á ehftv.com.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lýðar í Dímun 6
Jákup Egholm 4
William Djurhuus 2
Magnus Árason 2
Fríði í Innistovu 2
Jógvan Andreas Lamhauge 1
Magnus Rubek Carlsen 1
Helgi Haldórsson 1
Haraldur Karlsson 1
Torkil Dahl 1

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni